Keypstreytir
1. Bílegging
Ordrin verður vanliga avgreiddur innan 2 yrkadagar. Vørur, sum ikki eru á goymslu, verða vanliga útvegaðar innan 14 dagar. Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Kemilux at taka upphæddina av konto tínari. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørki Kemilux ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Nærri upplýsingar um trygdina kunnu lesast her.
2. Prísir
Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum, útseldum vørum og príshækkingum, sum vit ikki hava ávirkan á. Til dømis force majeure.
3. Gjaldstreytir
Gjald fyri keyp gerast við:
1. Dankort og Visa/Dankort
2. Skuldskrivast á góðkenda konto hjá Kemilux.
4. Flutningstreytir
Útreiðslur av vøruflutningi verða eftir teimum, til eina og hvørja tíð galdandi fraktkostnaðum. Eru serliga stórar flutningsútreiðslur verða boð givin um hetta. Vørukeyp omanfyri kr. 2.500,00 uttan meirvirðisgjald verður flutt uttan eyka flutningskostna, har landfast er.
Um vøra verður heintað, fellur flutningsgjaldið burtur.
5. Veitingardagur
Vøra verður borin út í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir keyp.
6. Trygd/umbýting
Allar vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur, ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan.
Allar vørur eru umfataðar av 1 ára trygd, tó ikki á slitdeilir og skeivari nýtslu av vøruni. Vøran kann sendast aftur til okkum treytað av, at hon er í upprunapakningi.
Um so er, at vøran skal umbýtast við aðra vøru, skal hetta gerast innan 30 dagar eftir at vit hava sent vøruna.
7. Avsláttarseðil kann ikki nýtast á nethandlinum, men bert við kontant sølu í handlinum
Avsláttarseðilin kann bert brúkast í handlinum á Hjalla 14. Avslátturin verður drigin frá við kassan, av samlaðu keypsupphæddini. Ikki galdandi fyri vørur við føstum lágum prísum, marknaðarførdar vørur, tilboðsvørur, útkoyring og gávukort.